Leita eftir skatti á páskum

Nesvík: Aftur í ár sleppa børnini á eitt sangskeið, sum bara er ætlað teimum.

Á heysti 2008 var eitt slíkt sangskeið fyri børn hildið á Strondum. Hetta eydnaðist so mikið væl, at ætlanin er at endurtaka tað í ár, hesaferð í leguhúsinum í Nesvík.

Skeiðið byrjar fríggjadagin í komandi viku og heldur fram til skírisaftan, mikudagin 31. mars tá alt tiltakið endar við eini framførslu í ítróttarhøllini á Skála.

Á skeiðnum í 2008 vóru øll børnini í sirkusi, sum var ein partur av upplegginum. Í ár verður farið á skattaveiðu saman við einum góðum skipara og hansara manning.

Skráin er sjálvandi merkt av nógvum sangi, men tíð verður eisini til bíbliutímar, spæl og hugnað. Sagt verður, at leskiligur og heilsugóður matur er á skránni.

Undirtøkan til fyrsta skeiðið var sera góð. 120 børn vóru á skeiðnum, og tá framførslan var, vóru omanfyri 500 fólk og lýddu á.