Stóri Nordea-grunnurin í Danmark er fúsur eftir at set pengar í ymisk tiltøk í Føroyum. Tey seta pengar í almannagagnlig og vælgerandi endamál, og higartil hava tey fíggjað tiltøk í Danmark og í Grønlandi. Hetta er ein grunnur við einum stórum pengakassa og tey seta nógvan pening í ymisk tiltøk, og nú leita tey eisini eftir góðum endamálum í Føroyum at seta pengar í, bæði stórar og smáar verkætlanir
Tí bóðu tey um fund við Edmund Joensen, føroyskan fólkatingsmann og hann hevur greitt teimum frá ymsum viðurskiftum í Føroyum.
– Grunnurin gevur á hvørjum árið eina heilt stóra upphædd til endamál, ið styðja tað góða lívið innan heilsu, rørslu, náttúru og mentan, og hann letur eisini stuðul til lesandi uttanlands. Í 2022 er fíggjarætlanin fyri verkætlanarstuðli á 550 milliónur, sigur Edmund Joensen.