Leita enn eftir sínum egnu beinum

Samgongan roynir enn at mýkja støðuna, men eingin veit, hvussu tað fer at ganga

Tað hevur eingin fundur verið ímillum politisku flokkarnar um eina nýskipan á fiskivinnuøkinum í næstan eitt ár.

 

Tað er staðfest á Fiskivinnutingið á Torradøgunum í Klaksvík í kvøld.

 

Umboðini í samgonguni, Alfred Olsen úr Sambandsflokkinum, Jacob Vestergaard í Fólkaflokkinum og Bill Justinussen úr Miðflokkinum, staðfesta, at enn er samgongan ikki samd innanhýsis um, hvussu nýskipanin skal vera.

 

- Samgongan hevur enn ikki funnið síni egnu bein, sum Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, tók til.

 

Tá ið samgongan er samd um ein yvirskipaðan leist, er ætlanin at taka samráðingar upp við andstøðuna at vita um tað ber til at finna eina semju ímillum allar flokkarnar.

 

Ført verður fram, at hóast eingir fundir hava verið við andstøðuna, hevur samgongan havt fund innanhýsis, og eftir mánaðarskiftið verður hildið fram.

 

Men finnur samgongan ikki ett felags stev, er enki endamál at halda fram, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum.

 

Hinvegin hava umboðini fyri andstøðuna lítið álit á, at tað fer at eydnast í hesum valskeiðinum.

 

- Nú hevur samgongan leitað eftir sínum egnu beinum í eitt heilt ár, men hon hevur ikki funnið tey enn, sigur Kári P. Højgaard.

 

Hinir flokkarnir í andstøðuni hava heldur ikki serliga stórt álit á tað yvirhøvur fer at eydnast.

 

Men hóast bæði Alfred Olsen og Jacob Vestergaard vístu á, hvussu stóran týdning tað hevur at finna semju ímillum allar flokkar, luftaðu teir eisini tankan um, at samgongan ger nýskipanina sjálv.

 

Høgni Hoydal heldur, at tað er torført at finna eina semju við andstøðuna um so er, at samgongan skal stinga út í kortið fyrst.

 

Útgangsstøðið eigur at vera allir flokkar eru við frá byrjan, sigur hann.

 

Annars heldur Jacob Vestergaard, at tað er yvihøvur ikki neyðugt við grundleggjandi broytingum, tí grundleggjandi er skipanin, fiskivinnan virkar undir, góð, sigur hann.