Við nútímans sonar-útgerð frá amerikanska herflotanum hava bjargingarliðini skannað havbotnin, og um einar fimm dagar verður hetta arbeiðið liðugt. Og so fæst at vita, um nakað er har.
Samstundis halda 11 flogfør og 12 skip fram at leita eftir møguligum vrakpettum. Malaysiski samferðslumálaráðharrin, Hishammuddin Hussein, sigur við fjølmiðlarnar, at tað er umráðandi, at leitingin eftir flogfarinum heldur fram.
-Leintigin í dag og í morgin er sera avgerandi, og eg heiti á øll kring allan heimin um at biðja fyri, at vit finna onkran teir báðar næstu dagarnar, sigur ráðharrin.
Malaysiska Boeing 777-flogfarið hvarv tann 8. mars á veg úr Kuala Lumpur til Beijing. 239 fólk vóru í flogfarinum.