Leitaðu eftir bumbu í Kastrup

Ferðafólkini í einum flogfari, sum skuldi úr Kastrup til Niðurlond, kendu seg ótrygg av fimm irakum, sum skuldu við flogfarinum Niðurlendski flogskiparin gjørdi av at útseta fráferðina, og øll ferðafólkini máttu úr flogfarinum. Síðani fóru løgreglumenn við servandum hundum umborð at kanna flogfarið, men teir funnu einki spreingievni.

Tað vísti seg, at teir fimm iraksku menninir arbeiða hjá irakska loftferðslustýrinum, og at teir høvdu verið á skeiði í Finnlandi og vóru nú á veg heimaftur.

Tveir av irakunum høvdu verið á vc í Kastrup, og tá annar gav hinum sítt viðføri, fingu nøkur av ferðafólkunum illgruna til teirra, sigur danska kringvarpið.