Náttina til leygardagin var innbrot umborð á tveimum partrolarum, ið lógu við vestari bryggju í Havn.
Tað eydnaðist tó ikki gerningsmonnunum at fáa nakað við sær av skipunum, tí skipararnir hava ikki boðað frá, at nakað er horvið.
Fyrst vóru menninir umborð á Skansatanga, ið er ein lítil trolari. Har hava teir brotið inn á brúnna, har leitað hevur verið í heilivágsskápinum, men einki var at finna. Síðani eru teir farnir inn í kamarið hjá skiparanum, har teir hava leitað væl og virðiliga í skuffum og skápum, men einki hava teir funnið.
Síðani fóru menninir umborð á trolaran Research, ið lá uttanfyri Skansatanga. Her leitaðu menninir eisini eftir sterkum heilivági, men úrtøkan var soltin.