Leivur Frederiksen er ítróttaredaktørur í Kringvarp Føroyar. Helst er hann best kendur sum verður í 3-2 sendingini, umframt at hann mangan hevur verið røddin handan beinleiðis ítróttarsendingar hjá Kvf.
Leivur leggur ikki so nógv í “perfekt og polerað” fótbóltsspæl. Tað var júst tað, sum tiltalaði tíðindamannin við Ongland.
Eg og mítt HM við Leivi Frederiksen:
Hvussu kemur HM at ávirka títt summar og hvussu nógv fert tú at fylgja við?
- HM kemur at ávirka summarið nógv, tí tað fara nógvir tímar frammanfyri sjónvarpinum. Eg royni tó at temja innara fótbóltsnørdin nakað við at velja nakrar dystir í bólkaspælinum frá.
- Um veðrið er gott, velji eg heldur at fara út ein túr enn at sita og hyggja eftir t.d. Ekvador móti Honduras.
Hvørjum fert tú at halda við og hví?
- Tað er bara eitt land, sum eg haldi við, tá tað er HM, og tað er Ongland. Hóast Ongland er farið meira yvir til ein evropeiskan spælistíl, so var tað upprunaliga tað passioneraða og ópoleraða spælið hjá teimum sum fangaði meg. Nakað av tí er enn har.
- Fótbóltur er ikki estetiskur fimleikur, og eg leggi ikki so nógv í, tá alt verður ”perfekt og polerað” á einum fótbóltsliði.
Hvat gleðir tú teg mest til í samband við HM?
- Tað óvæntaða. Tað er altíð okkurt undirtippað land, sum ger um seg, hóast eingin hevði roknað við tí.
Hvat er títt fyrsta HM minni?
- 1990 í Italia. Málið hjá David Platt móti Belgia í síðsta minutti í umdystinum, sum sendi Ongland víðari til fjórðingsfinalurnar. Málið er fantastiska flott, og eg gloymi ongantíð gleðina í andlitunum á Platt, Lineker, Gascoigne og co.
Hvat HM endaspæl stendur sterkast í minninum?
- 1994 í USA. Tað hevði nógv av tí óvæntaða og eisini gott fótbóltsspæl. Svøríki og Bulgaria komu í hálvfinaluna og vóru tætt við at fara allan vegin í finaluna. Tað er eisini tórført at gloyma Romario hjá Brasilia, sum var fantastiskur.
Hvør væntar tú vinnur HM?
- Eg havi fýra favorittar: Spania, Brasilia, Argentina og Týskland.
Hvør væntar tú stendur eftir sum besti spælarin í HM 2014?
Messi
Les eisini: (Eg og mítt HM 1) Lars Olsen
Les eisini: (Eg og mítt HM 2) Gunnar Nielsen
Les eisini: (Eg og mítt HM 3) Øssur Hansen
Les eisini: (Eg og mítt HM 4) Hans Fróði Hansen
Les eisini: (Eg og mítt HM 5) Hjalgrím Elttør
Les eisini: (Eg og mítt HM 6) Súni Olsen
Les eisini: (Eg og mítt HM 7) Lissi Mouritsen
Les eisini: (Eg og mítt HM 8) Høgni Hoydal
Les eisini: (Eg og mítt HM 9) Heidi Sevdal
Les eisini: (Eg og mítt HM 10) Tórður Thomsen
Les eisini: (Eg og mítt HM 11) Atli Gregersen
Les eisini: (Eg og mítt HM 12) Jóan Símun Edmundsson
Les eisini: (Eg og mítt HM 13) Símun Samuelsen