Leivur og Janus vunnu á Pæturi

FIF vann á Team Sydhavsøerne

Ein føroyingauppgerð var í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld.

Pætur Mikkjalsson og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne tóku á heimavølli móti Leivi Mortensen, Janusi Dam Djurhuus og liðfeløgunum í FIF.

FIF vann dystin 26-24. Í steðginum var støðan 14-12 til FIF.

Pætur skoraði tvey mál fyri heimaliðið. Leivur gjørdist við fimm málum næstbesti málskjúttin hjá FIF.

FIF hevur næstan bjargað plássinum í deildini, meðan Team Sydhavsøerne er bert eitt stig omanfyri niðurflytingarstrikuna.

Støðan (soccerstand.com):