Lekar tarna IRF

- Ovnurin er gamal, og skal skiftast út í februar næsta ár. Men fram til tá, so kann man vænta slíkar seinkingar. Tá slíkt so hendir, so muga vit avmarka virksemi til einans at taka móti ruski frá húsarhaldum.


Tað sigur Poul Andrias Joensen, stjóri á IRF, eftir at kommunali felagsskapurin í morgun boðaði frá, at vegna tekniskt brek, so heintar IRF einans húsarhaldsposar hesa vikuna.


Sambært Poul Andrias Joensen, so er talan um sama brek í ketlinum, ið áður hevur tarnað arbeiðið hjá IRF, men vónar hann, at vanliga virksemi kann byrja aftur í morgin.


- Hetta er sami trupulleiki, ið vit hava havt leingi við lekum í ketlinum. Vit steðgaðu í gjárkvøldið, so skipanin kann køla niður, og síðan skulu menn inn at sveisa og umvæla. Tað vænta vit verður liðugt einaferð í nátt, og so skal ovnurin hitast aftur. So vit vænta, at alt verður í rættlag aftur einaferð í morgin, sigur stjórin á IRF.