Nú eru tey fínu vintageklæðini til jóla- og vetrarveitslurnar komin í Reyða Kross handlarnar í Havn og í Suðuroy.
Hygg inn og ger kvettið.
Vit hava alt møguligt at pynta seg við bæði til vaksin og børn. Kjólar, niðurdeilar, blusir, skógvar, smykkir og beltir.
Upplatingartíðirnar í Reyða Kross handlinum á Bryggjubakka 10 í Havn eru týsdag-fríggjadag kl. 13.30-17.30 og leygardag kl. 11.00-14.00.
Reyði Kross handilin á Vágsvegi 74 í Vági er opin mánadag, mikudag og fríggjadag kl. 14.00-17.30 og leygardag kl. 11.00-14.00.
Tey, ið arbeiða í Reyða Kross handlunum, eru øll sjálvboðin.
Inntøkurnar frá endurnýtsluhandlunum fara til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi Føroya, sigur felagsskapurin í skrivi.