Longu tá ið tú trein um gátt í Norðurlandahúsinum um sjeytíðina hetta kvøldið, visti tú, at nú var Jazzfestivalurin byrjaður. Húsið var á tremur við glaðum traditionellum jazztónum, so teir brustu út í náttarmyrkrið og hvurvu, tá ið tú gloppaði hurðini.
Árligi Jazz-, fólka- og bluesfestivalurin var so sanniliga farin undir enn einaferð at lita høvuðsstaðin við ljóði og rútmum - tað føldi tú í blóðinum og í teim smáu ristingunum undir iljunum.
Hvarv í regnskjóli
Innkomin, var tað tó heldur tú, ið hvarv í tónunum, sum Jazz Brass Band við Kesser Nielsen og hansara regnskjóli á odda blásti í høvdið á tær. Góður gamal New Orleans jazzur vissaði fólk um, at tey vóru komin á rætta stað.
Og tað vóru eisini hesir somu jazzarar, ið skuldu vísa okkum á næsta stað í skránni. Tá teir høvdu spælt seg troyttar, veittraðu teir okkum við sær inn í stóra salin, har finnin Jukka Linkola og bólkurin hjá honum høvdu stillað upp.
EQ og Linkola
Sum jazzáhugaður sá Linkola út til at vera mest spennandi navnið á festivalinum hesaferð. Ein maður við drúgvum royndum - bæði sum tónaskald og leikari, men hann hevur eisini undirvíst og stjórnað smáum sum stórum orkestrum. Hann kom til Føroya við manningini frá síni seinastu fløgu. Sjey mans, sum allir hava fingið framúrskarandi skoðsmál sum tónleikarar úti eins væl og heima í Finnlandi. Men vit máttu halda spenninginum eitt vet afturat, tí fyrst skuldi borgarstjórin, stjórin í Norðurlandahúsinum og fyriskiparar bjóða vælkomin.
Finskt við fullari ferð
So byrjaði framførslan.... Lurtarin varð - uttan at gera ov nógv av - trumlaður niður í hálvan annan tíma við elitujazzi so tað forsló! At finskur jazzur er á høgum listaligum støði, er onki nýtt í - tað hevur hann prógvað hvørja ferð, hann hevur verið á palli her heima - og hesaferð bar av. Bæði sum einstaklingar og sum bólkur vísti EQ ein tónleikaligan tour de force. Stílurin var.... ja, hvat skal man siga? - Modernaður fusjóns rokk jazzur!? Ilt at siga, tí breiddin rúmaði tónleik líka frá klassiskum og fólkatónleiki til harðan rokk og tekno - enntá oftani í einari og somu komposisjón. At seta brot úr ymsum stílsløgum kenna vit eitt sindur til her heima frá tónaskøldum so sum Tróndi Bogasyni ella Sunnleivi Rasmussen, men annars er hetta eitt nýtt og spennandi rák fyri okkum, sum EQ vóru meistarar í. Lagið bleiv ongantíð burtur í samanblandingi av stílunum.
Rokk og rútmur
Serliga áhugavert var spælið við rútmunum. Rokk- og jazzrútmurnar skiftu av og á spakuliga yvir í latínamerikanskt og afrikanskt frumstev. Hæddarpunktið hjá fleiri lurtarum var óivað, tá ið trummuspælarin og percussjonisturin mistu tamarhaldið á sær sjálvum og eina góða løtu lótu allar møguligar rútmur og íblásturin fáa fríar ræsur. Ljóðmyndin sum heild var frálíka góð. Tað frøddi lurtaranum at hoyra, at percussjonisturin ikki bara (sum hann tíverri ofta er) var eitt býtt, sum stóð og risti við onkum dósum inni aftan fyri einastaðni, uttan at nakað hoyrist aftur til hann í salinum, men alla tíðina hoyrdist sum ein tónleikari javnbjóðis hinar. - Fantastiskt, at vit kunnu fáa slíkar tónleikarar og úrmælingar hendanvegin!
Svalaoyruni
Uttan at taka nakað frá Maxim All Stars og jazzslagarum, so mundi tað gagnast oyrunum hjá mongum væl at koma út aftur í forhøllina. Tey flestu vóru komin fyri at hoyra jazz og soul í kvøld, og hetta vistu tey so hvat var. Tey flestu sóu út sum spurnartekin, tá ið tey dagaðu fram úr myrkrinum í stóra salinum, eftir at hava verið undir hondini hjá EQ - nøgd og smílandi spurnartekin væl at merkja.