Lena og Niclas hava við bólki verið á ferð ymsastaðni í Danmark og spælt tónleik. Umframt Lenu Andersen og Niclas Johannesen, eru Jóhannus á Rógvu Loensen og Jósvá Debes við.
Tónleikaferðin byrjaði 5. apríl, og í kvøld spæla tey í Tønder. Í morgin endar konsertferðin við konsert í Assens, har útselt er.