Hóast Eric Clapton skuffaði, vórðu onnur kend nøvn stór hitt hjá áhoyraranum á festivalinum og fyriskipararnir søgdu seg vera væl nøgdar við framførslur teirra. Lenny Kravitz legði festivalin niður við síni leygarkvøldsframførslu síni framman fyri veitslukláru áhoyrarunum og við kendu løgum hansara sum ?It Ain?t Over Till It?s Over? og ?American Woman? var lagt upp til, at ballið kundi halda áfram alla leygarnáttina í regninum.
Hóast unga aldurin og lítlu kroppsstøddini megnaði superstjørnan Katie Melua sunnudagin á konsert síni at geva áhoyrarunum gásarhold við síni imponerandi, stóru og flottu rødd. Hóast løg hennara vóru friðarlig jazzløg, var Katie meiri ágrýtin enn vanligt og hvørki ummælarir ella Katie-elskarir vórðu skuffaðir av fangandi framførslu hennara.