Lesiveik sópað undir teppið

- Ongin hjálp er at fáa. Skúlin dugir ikki at meta um trupulleikan, foreldur verða ikki tikin fyri fult og børnini eru tapararnir, sigur Anna Karin Kjeld, stigtakari til stovnan av stuðulsfelag fyri børn við lesitrupulleikum


 

STUÐULSFELAG

Leygardagin komandi verður stuðulsfelag fyri børn við lesitrupulleikum stovnað í MBF-Húsinum í Havn. Upprunaliga skuldi stovnandi fundurin vera fyri sløkum mánaði síðani, men mátti orsakað av verkfallinum útsetast. Tikið stig til stovnanina hevur Anna Karin Kjeld í Funningsfirði.

- Tá ið tað snýr seg um at hjálpa børnum, sum hava lesitrupulleikar, eru Føroyar eitt sera tilafturskomið land. Eingin veit, hvussu hesi børnini kunnu verða hjálpt. Skúlamyndugleikar og aðrir myndugleikar duga ikki at meta um trupulleikan, eingin hjálp er at fáa nakra staðni og børnini eru tapararnir. Hesi børnini verða sópað undir teppið, eisini av lærarum, sum í ov langa tíð halda, at alt fer at laga seg. Skulu hesi børnini fáa munadygga hjálp, skal skjót og góð hjálp setast inn. Men vit síggja, at tímatalið verður skert, at eykatímarnir til børn við serligum tørvi gerast færri og tað ger støðuna bara nógv verri, sigur Anna Karin Kjeld.

Anna Karin Kjeld tosar av royndum.

- Fólk tora ikki rættiliga at tosa um hesar trupulleikarnar, men nú nógv hava frætt um, at eitt stuðulsfelag er í umbúna, hava í minsta lagi eini hálvt hundrað fólk ringt til mín. Og stórt sæð øll eru í somu støðu. Tey verða ikki tikin fyri fult av skúlanum, samstundis sum helvtin av foreldrunum vísa á, at børn teirra ikki hava fingið eykatímar.

Hon vísir á, at uml. 2-3 børn í hvørjum skúlaflokki hava lesitrupulleikar.

- Í onkrum førum fáa næmingar eina rúgvu av tilfari, sum er ætlað sum hjálp, men eingin spyr ella leggur í, um nakað úrslit kemur burturúr. Tað er rætt og slætt einki skil á. Alt gott um, at føroyski fólkaskúlin er fyri øll, men tað nyttar lítið, tá ið karmarnir ikki eru í lagi. Skúlin er als ikki førur fyri at taka sær av øllum børnum, sum hava trupulleikar, og tað gongur út yvir øll.

Endamálið við stuðulsfelagnum er fyrst og fremst at savna foreldur at børnum við lesitrupulleikum saman.

- Vit hava tørv á at koma saman og tosa um trupulleikarnar og hjálpa hvør øðrum. Sum foreldur kenna vit okkum ógvuliga einsamøll í so máta. Síðani kunnu vit arbeiða fram ímóti at ávirka myndugleikarnar soleiðis, at eitthvørt verður gjørt fyri hesi børnini.

Anna Karin Kjeld vónar, at nógv foreldur at børnum við lesitrupulleikum møta á stovnandi fundinum. Við á fundinum vera eisini lærarar, sum arbeiða við børnum, ið eru lesiveik, sálarfrøðingar, heilsusystrar og sjúkrasystrar, sum fara at lýsa trupulleikan.

- Beint eftir summarfrítíðina fara vit til arbeiðis, og vit helma ikki í, fyrr enn okkurt munadygt verður gjørt fyri hesi børnini, sum hava lesitrupulleikar.

Stovnandi fundurin í MBF-Húsinum í Havn verður kl. 15.00.