LESTRARSTEVNA
Hóskvøldið verður Vertshúsið í Havn karmur um eijna lestarstevnu. Tað er MFS (Meginfelag føroyska studenta), sum skipar fyri stevnuni.
? Hetta er afturvendandi. Hesaferð hava vit valt at hava tað í meira huganligum umhvørvi, og tí havi valt halda at halda stevnuan í kjallarinum í nýggja Vertshúsinum,, sigur Absalon Eysturoy, ráðslimu í MFS.
?Í høvuðsheitum fer stevnan at snúgva seg um, hvat føroyska samfelagið ger fyri at fáa føroyingar út um landoddarnar at lesa, og hvat somuleiðis verður gjørt fyri at fáa hesi heim aftur.
Eisini verður týdningurin av eini møguligara vegleiðing um størv og yrkisleiðir viðgjørdur. Henda vegleiðing snýr seg í stuttum um almenna vegleiðing og hjálp til nýútbúgvin, ið skulu søkja sítt fyrsta starv. Er tørvur á hesum, og hvussu kann ein tílík setast á stovn?, skriva fyriskipararnir í tíðindaskrivi.
Ætlanin hjá MFS, sum umboðar allar føroyingar lesandi á hægri lærustovni uttanlands, at síggja so nógv ung sum kanska ikki eru byrjaði at lesa.
? Tiltakið vendir sær til øll ? lesandi og ikki lesandi. Tey eldru lesandi eru kanska serliga áhugaði í fleiri evnum, eitt nú barnaansing.
Ein trupulleiki, ið serstakliga rakar nýútbúna føroyingin, ið ætlar sær at flyta heim aftur til Føroya, er vantandi trygd fyri barnaansing, serliga Tórshavnar Kommunu. Hetta ger, at tey nýútbúnu aftra sær við at koma heim aftur eftir lokna útbúgving.
Við á stevnuni verða umboð fyri Fróðskaparsetrið, Altjóða Skrivstovuna, Stuðulsstovnin, Menningarstovuna, Tórshavnar Kommunu og Granskingarráðið. Eisini luttekur Høgni Hoydal, løgmálaráðharri og virkandi mentamálaráðharri.
Eivør Pálsdóttir fer at undirhalda við góðum tónleiki, og Rakel Helmsdal fer at lesa upp brot úr stuttsøgu.
Elin Súsanna Jacobsen frá Fróðskaparsetrinum tosar um møguleikar at lesa í Føroyum, og Terji á Lakjuni fer fyri Stuðulsstovnin at práta um stuðulsskipanina.
Holger Arnbjerg frá Altjóða Skrivstovuni fer at greiða frá arbeiði sínum við at hjálpa føroyingum út um Føroyar og Danmark at lesa.
Kjartan Kristiansen frá Menningarstovuni og Høgni Hoydal, løgmálaráðharri og virkandi mentamálaráðharri, tosa um, hvussu ein slík vegleiðing kann setast á stovn.
Viðvíkjandi barnaansing fara Kristina Háfoss, Høgni Hoydal og Heðin Mortensen at kjakast um barnaansingarmálið, og hvussu umstøðurnar kunnu betrast fyri lesandi við børnum.
Gransking
Fyrireikararnir hava eisini sett gransking á skránna hóskvøldið.
Spurt verður, hvussu sær granskingarumhvørvið út í Føroyum, og hvør samskipan er á granskingøkinum?
? Hetta er eitt spennandi og órørt evni. Hetta vendir sær serliga til tey, sum eru ella eru við at vera liðug við eina hægri útbúgving, sigur Absalon.
Bárður A. Niclasen fer at práta um møguleikarnar fyri PHD-gransking í Føroyum.