Lestrarstuðul til øll

Huxa, ungmannafelagið hjá Fólkaflokkinum mælir til, at framyvir skulu allir miðnámsskúlanæmingar fáa lestararstuðul – eisini teir undir 18 ár.

– Plenuklipparin hevur alt ov ofta rakt tey ungu miðnámslesandi, sum seinast við Helenu Dam á Neystabø á odda, skar yvir ein kamb og lækkaði studningin við heili 18 prosentum - úr 2200 krónum niður í 1800 krónur, fyri tann lægra studningin. Tað bleiv gjørt frá einum degi til annan – umframt at talan varð um, at hækka aldurin úr 18 upp í 20 ár. Umframt hetta varð ein mótrokningar skipan sett í verk, ið revsaði tey ungu lesandi, ið royndu at forvinna sær eitt sindur meira av peningi avtrat lestarastuðulinum, sigur Huxa.

Við at fremja eina lítla skattaumlegging ber til at tryggja meirinntøkur til landskassanum uppá 11,9 mió. kr., ið skulu brúkast til at tryggja øllum miðnámslesandi lestrarstuðul.

Peningurin fæst til vega við at lækka barnafrádráttin í landskattinum niður í 16 ár, umframt at verandi játtanin til lestrarstuðul og bókastuðul verður støðug.

Harvið fer peningurin at fylgja tí einstaka lesandi, eisini eftir loknan fólkaskúla, og peningurin verður tá útgoldin sum lestrarstuðul, sigur Huxa, sum heitir á

Bjørn Kalsø um ikki at skerja stuðulin hjá teimum, ið eru í útbúgving. Tað er uttan týdning, hvussu langur teinurin er í skúla – býr næmingurin ikki heima, skal hann hava rætt til vistrarhaldsstudning hóast aldur ella tein.