Fuglur okkara søkir lendi fyri at leita eftir føði og kunnu tí koma fastir í lesullina.
Tað kann vera til stóran ampa hjá fuglinum og kann í ringasta føri føra til, at fuglurin doyr. Um ullin er komin so føst í beinini at blóðrenslið ikki er nøktandi, kann fuglurin missa førleikan í beininum, ella at beinið rotnar. Fuglurin missir tá sín førleika at ganga og at flúgva og verður skerleikaførur. Ikki er hugaligt at koma fram á fugl, sum hevur haft um beinið, og eiheldur er lætt at fanga fuglin og hjálpa honum.
Tey, sum varða av seyðinum, mugu tí hava hetta í huga, so at lesullin verður tikin upp.
Børnini kunnu hjálpa til. Eitt gott hugskot, sum onkuntíð hevur verið frammi og tikið væl ímóti er, at skúlaflokkar fara við lærara sínum út at taka ullina upp. Bønini kunnu fáa eina stóra náttúruuppliving av at fara út í hagan, og kundi ein kapping verið gjørd burturúr hesum.
Ein áheintan til øll, sum ganga í haganum er tí at hava ein posa við sær at taka ullina upp í, so at fuglurin ikki verður fyri vanbýti. Tí fuglin eiga vit at verja.
Hvat hevði náttúran verið, um fuglurin ikki var ein náttúrligur partur av henni?