Tjóðartingið í Lettlandi hevur stemplað Russland sum eitt land, ið fremur "statsterrorismu".
Hetta hevur tjóðartingið gjørt sum eina avleiðing av ólógligu russisku innrásini í Ukraina.
Í russiska uttanríkisráðnum verður avgerðin hjá Lettlandi kallað "fremmanda fíggindalig", veit tíðindastovan Reuters at siga.
Tey fólkavaldu í Lettlandi hava nevniliga gjørt eina samtykt sum sigur, at Russland "fremur fólkamorð móti ukrainska fólkinum".
Tjóðartingið í Lettlandi sær Russland, sum eitt land, ið er "statsligur sponsorur av terrorismu", sum tikið verður til í samtyktini.
Í Lettlandi heita myndugleikarnir á onnur lond, ið hava somu áskoðan sum Lettland, um eisini at gera sína støðu galdandi.
Tað eru miðlarnir, NTB og Verdens Gang, sum í kvøld bera hesi tíðindi.