Ráðharrin hevur verið fyri nógvum ágangi í seinastuni, tí tað kom fram, at hann fær tvær mánaðarlønir. Onnur lønin er ráðharralønin, sum er 43.000 svenskar krónur um mánaðin, og hin er ein løn frá ES, sum er 80.000 krónur um mánaðin. Hesa lønina fær Jan O. Karlsson, tí hann undan sínari ráðharratíð var ein av teimum ovastu embætismonnunum hjá ES.
Jan O. Karlsson hevði ætlað at lata ráðharralønina fara í minnisgrunnin, men tað kann hann ikki gera, sigur grannskoðararætturin í Luxenbourg. Rætturin sigur, at Jan O. Karlsson kann ikki siga ES-lønina frá sær, og hann kann heldur ikki geva hana burtur. Tí valdi ráðharrin at lata sína ráðharraløn fara í Grunnin til minnis um Olof Palme.