Levi Joensen 70 ár

   

Í morgin, sunnudagin 12. oktober, verður Levi Joensen í Hirtshals 70 ár. Levi og Greta Joensen hava síðani 1984 verið í fulltíðar kristiligum arbeiði í Danmark. Í fyrstu atløgu var tað serliga arbeiði millum føroyskar sjómenn í Danmark, sum tey kendu ábyrgd fyri. Men virksemið øktist rættuliga skjótt. Hús vórðu keypt, sum verða nevnd Malta, og nú er ein lutfalsliga stór samkoma í Hirtshals, har nógvir føroyingar savnast. Framvegis er tað soleiðis, at nógvir sjómenn vitja á gátt. Saman við øðrum ger Levi hvønn mánað møtiferðir suður ígjøgnum Jylland. Eitt nú verður vitjað í Esbjerg, Vejle og Sønderborg.
Levi er sonur Armgaard og Dávur Joensen ella Dávur úr Gerðum, sum hann altíð varð nevndur. Levi var yngstur av tíggju systkjum. Í 1954 giftist Levi við Margretu ella Gretu. Hon er ættað úr Fuglafirði, dóttur Janu og Poul Nolsøe Olsen ella Leirvíks Poul, sum hann varð nevndur. Greta kom ung til Klaksvíkar, har hon var í húsinum hjá Giggu og Theodor við Keldu. Tey góvu henni tað skoðsmál, at hon, hóast hon var blaðung, var ábyrgdarfull og røsk. Tað rann saman millum Gretu og Levi, og tey giftust inn á Vágsheygnum hjá Armgaard og Dáva. Har eiga tey framvegis býli. Milda sinnið og stóra uppoffringin hjá Gretu hava eyðkent heimið á Vágsheygnum og á Malta í Hirtshals.
Greta og Levi eiga fimm børn: Jóhan Páll, Malan, Jóna, Rógvi og Mirjam. Fýra tey fyrstu búgva í Klaksvík, og Mirjam býr í Runavík. Barnabørnini eru sekstan.
Levi fór blaðungur til skips, og á sjónum var hansara arbeiðslív. Fyrsta skipið var trolarin Dragaberg, sum Jóannes, beiggi Levi, førdi. Síðani var Levi við Skálanesi, sum pápin átti saman við Kjølbro, og sum elsti beiggi Levi, Óli, førdi, eftir at pápin var uppilagstur.
Miðskeiðis í fimmti árunum tók Levi skiparaprógv í Klaksvík, og eftir tað førdi hann nógv skip: Viðoy, Skálanes, Stella Maria, Stella Karina, Klettur, sum hann sjálvur átti, Porkerisnes og av og á útróðrarbátarnar Soli deo Gloria, sum Jóannes beiggin átti, og Byrgi, sum Dávavirkið átti.
Seinni var Levi við kraftblokkaskipum. Eitt nú sigldi hann við skipunum hjá vinmanninum Eileri Jacobsen og við Polaris. Hesi skipini sigldu nógv upp á Hirtshals, og tá var tað, at Levi fekk visiónini um at fara undir kristiligt verk í Danmark. Í fyrstu atløgu skipaði hann saman við øðrum fyri møtirøðum í Hirtshals um sumrarnar, og so var tað, at Malta varð keypt, og Greta og Levi fluttu til Danmarkar, har tey framvegis búgva.
Heilt frá smádreingi av hevur Levi verið kendur fyri at bera Guds orð fram. Bæði á landi og sjógvi, á møtum og mann og mann ímillum. Hóast útstøtið, sum hann sjálvur plagar at taka til, ikki hevur verið so gott, so hevur hann sungið og talað sum fáur annar. Boðskapurin hjá honum hevur verið sera Kristus rættaður, og tað eru sangirnir, sum hann hevur yrkt eisini.