Levi Mørk er ikki longur varamaður fyri Javnaðarflokkinum í Tórshavnar býráð. Hann er fluttur til suður til Vágs og hevur meldað seg úr Tórshavnar kommunu. Tí kann hann heldur ikki taka sæti í Tórshavnar býráð, skuldu boð verið eftir honum.
– Nú kann eg aftur kalla meg fyri vágbing. Havi í dag meldað meg úr Tórshavnar kommunu til Vágs kommunu.
Soleiðis skrivaði fyrrverandi býráðslimurin hjá Javnaðarflokkinum í Havn á Facebook í gjár. Levi Mørk var akkurat ov stuttur at verða afturvaldur á býráðsvalinum í 2012, tá Javnaðarflokkurin gjørdi eitt kanónval í høvuðsstaðnum, har flokkurin fekk sjey umboð vald og reinan meiriluta. Hóast Levi Mørk hevði framgongd í persónligum atkvøðum, so vantaðu honum bara nakrar heilt fáar atkvøður, sum kunnu teljast á hondunum, fyri at blíva afturvaldur.
– So uppran tann dagurin, tá ið eg aftur flutti til heimbygdina hjá mær í Vági. Henda seinasta tíðin hevur og er sera strævin reint persónliga. Eg eri tíverri blivin meldaður av Tórshavnar kommunu til løgregluna. Eg ætli mær ikki at gera nakarar viðmerkingar til sjálvt málið, men eg havi ein góðan advokat, sum er Christian Andreasen, sum eg veit tekur sær væl av málinum, skrivar Levi Mørk á bloggi sínum.
Sambært Tórshavnar kommunu, sum hevur okkurt fíggjarligt óreglusemi verið í Frítíðarskúlanum í Hoyvík og í Klubb 188, har Levi Mørk hevur verið leiðari. Hóast kommunan hevur borið hesi tíðindi um Levi Mørk, so hevur eingin haðani viljað sagt, hvat málið snýr seg. Tey lovaðu at koma við eini frágreiðing, sum ikki kom, og nú hevur kommunan lagt lok á málið við at meldað Levi Mørk til løgregluna.
Í blogginum sigur Levi Mørk víðari:
– Annars fari eg at takka Tórshavnar kommunu fyri øll tey góðu ár, sum eg fekk sum borgari, leiðari og býráðslimur hjá Tórshavnar kommunu. Nú er bert eitt at gera, og tað er at vóna tað besta fyri framtíðina, sum nú er byrjað av nýggjum her í barnaheiminum í Vági saman við mínum foreldrum.