Levi og StÍF fóru við øllum á Hálsi

Hóast Sveinur Justinussen bleiv skaddur í seinna hálvleiki, so vann StÍF tættan dyst móti Kyndli

StÍF hevur vunnið ein tættan og spennandi dyst móti Kyndli. Sveinur Justinussen var stóri spælarin á vøllin inn til hann bleiv skaddur. So steðgaði málskjótingini upp, men verja hjá StÍF var eitt stinnari enn tann hjá Kyndli.

StÍF hevði ringt við at fáa mál í seinna hálvleiki, en tá mest stóð á, so komu tey alíkavæl. Kyndil misti fleiri lættar bóltar í uppspælinum. Einu ferðina vóru teir tríggir móti einum strandingi, men megnaðu alíkavæl at smida bóltin vekk.

StÍF hevur nú eins og Kyndil fýra stig í landskappingini.

Kyndil - StÍF: 20-21 (11-13)

Kyndil: Josef Abrahamsen 6, Høgni Klein Olsen 4,  Barni Sørensen 3, David Edvardsen 3, Finnur Hansson 3, Janus Einar Sørensen 1

StÍF: Sveinur Justinussen 7, Kjartan Johansen 5, Marius Joensen 3, Allan Norðberg 2, Borgar Danielsen 1, Jógvan G. Joensen 1, Arnfinnur Joensen 1, Alexandur Johansen

----

Liðugt: StÍF hevur vunnið 20-12

54.min: "Time-out" (18-19) Kyndil tekur time-out. Teir hava ilt við at koma til skot og gera nógvar ótrýstar feilir. StÍF hevur í løtuni takið á Kyndli, men tað er bara eitt mál á muni.

48.min: (17-17) Josef Abrahamsen gongur á odda og javnar fyri Kyndil, sum nú er omaná leikliga.

44.min: (14-17) Sveinur glíður og fer umkoll. Tíverri fyri StÍF má hann haltandi av vøllinum og sær ikki út sum ein spælari, ið kemur á vøllin aftur.

41.min: (14-17) Kyndil ger fleiri barnafeilir og missur bóltin í góðum støðum - ótrýstir. Kyndil hevur tó fingið tamarhald á Svein Justinussen.

37.min: (12-16) Kjartan Johansen og Levi Nybo gera sítt til, at StÍF økir um leiðsluna. Kjartan er komin upp á fimm mál samanlagt, meðan Levi stendur væl í løtuni í málinum.

33.min: (12-14) Bæði liðini hava fingið hvør sítt mál í seinna hálvleiki, og Alexandur Johansen hevur fingið útvísing.

Seinni hálvleikur:

Málskjúttar í hálvleikinum:

Kyndil: Høgni Klein Olsen 4, Josef Abrahamsen 3, Barni Sørensen 2, David Edvardsen 1, Finnur Hansson 1

StÍF: Sveinur Justinussen 7, Kjartan Johansen 2, Allan Norðberg 2, Marius Joensen 1, Borgar Danielsen 1

Hálvleikur: (11-13) StÍF er á odda við teimum í hálvleikinum. Sveinur Justinussen er sum ikki eina ferð stóra upplivingin. Hann hevur skotið sjey mál og klárt besti maðurin á vøllinum.

Fyri Kyndil hava Høgni Klein Olsen og Josef Abrahamsen í løtuni verið sjónligir.

28.min: "Time-out" (11-12) StÍF heldur fast um leiðsluna og tekur time-out. Kyndil fær ikki álopsspælið at rigga, meðan StÍF spælir upp á mótálop tó uttan tey eru so góð í løtuni. Mladen tekur eisini okkurt av tí, sum kemur, meðan Levi Nybo hevur ein heilt ok dag í málinum hjá StÍF.

19.min: "Time-out" (9-9) Sveinur Justinussen skjýtur sítt sætta mál og so hevur Kyndil fingið nokk tekur time-out. Helst fyri at fáa skil upp á Svein, sum hevur lætt spæl.

17.min: Sveinur Justinussen komin upp á fimm mál longu.

16.min: (7-7) Sveinur Justinussen skjýtur mál omaná mál í løtuni. Hann hevur javnað fyri StÍF.

11.min: (7-3)Kyndil er komið best frá byrjan. StÍF hevur longu fingið tvær útvísingar. Høgni Klein Olsen gongur undan hjá Kyndli við málskjótingini. Hann hevur skotið trý, meðan Josef Abrahamsen eisini er sjónligur í álopsspælinum.

Dystarbyrjan:

Dysturin fer at byrja hvørja løtu. Heilt fitt av fólki er í høllini, sum eisini hava sæð kvinnuliðið hjá Kyndli vinna á StÍF.

Undan dystinum:

Í høllini á Hálsi spæla Kyndil og StÍF. StÍF hevur tvey stig á 4. plássi, meðan Kyndil hevur fýra stig á 3. plássi. Kyndil vísti framúr hondbóltsspæl í Kollafirði sunnudagin og vunnu á favorittunum úr KÍF.