Levi og Tór-Ingar skifta til HB

Tað er veitslulag í HB-húsinum í kvøld.

Ársveitsla er á skránni hjá føroyameistarunum, og høvið er eisini nýtt til at koma við nøkrum avdúkingum um Vodafone-hópin til komandi kappingarár.

Her fær felagið tilgongd av Levi Hanssen úr EB/Streymi og Tór-Ingar Akselsen úr 07 Vestur.

Levi, sum hevur sína fótbóltsuppaling í B36, hevur seinnu árini spælt við Skála og EB/Streymi. Tór-Ingar hevur sína uppaling í Vágum, men hann hevur áður spælt fyri HB. Eitt nú í 2003, tá hann var ein sera týðandi partur av liðnum, sum við Frank Skytte sum venjara, vann gullið.

 

Eisini er nú staðfest, at fleiri spælarar hava longt sáttmáaln við felagið. Fróði Benjaminsen, sum í ár varð valdur ársins spælari í føroyskum fótbólti, hevur skrivað undir trý ára sáttmála, og eisini hava Milan Kuljic og Marcyn Dawid longt sínar sáttmálar við tveimum árum.