Sunnan úr London kemur bert 22 ára gamli Lewis Fitzgerald. Væl tatoveraður um bæði kropp og snýð er hann ikki mildur á at líta. Men úr honum kemur væl pussaður popptónleikur, ið fær hjørtu at smelta.
Ósmæðin og fyrikomandi er hann á pallinum, og tú merkir hvussu væl honum dámar at samskifta við fólk. Stóru plátufeløgini og bókingarfyritøkurnar hava hann longu í fold, og hettar er ein tey satsa stórt uppá komandi tíðina.
Gleð teg at uppliva Lewis Fitzgerald á G!, umframt Kaleo (IS), Emilíana Torrini (IS), Trentemøller (DK), Hall Joensen (FO), Marius DC (FO), Beinir (FO) og nógv onnur.
G! verður dagarnar 17.-19. juli í ár.
Tú mást fara!
##med2##