Lexus við nýggjum elbili

Fyrsti Lexus er komin sum elbilur. Talan er um UX 300 e, sum er ein sonevndur luksus SUV.

 

 

 

Lexus hava framleitt hybridbilar síðan 2005, og nú er so fyrsti elbilurin komin á marknaðin.

Lexus UX 300e er ein praktiskur luksusbilur við stórum viðførisrúmi. Bilurin er rúmligur og sera væl útgjørdur við allari tøkniligari útgerð, sum arbeiða saman fyri at hjálpa bilføraranum mest møguligt undir øllum koyriumstøðum. 

Bilurin er væl útgjørdur sum standard við eitt nú Bi-LED forlyktum, adaptivum fartpiloti, Lexus Safety System, vognbaneassistent, 7" multi-information display, Smartphone integration (Apple CarPlay), 2-zone automatiskum klimaanleggi og el-justering av førara- og passasersetri framman.   

 

Designið er sermerkt við markantum linjum og stórum opnum kølaragittari, sum er eitt sereyðkenni hjá Lexus.

 

##med2##

UX 300e hevur lithium battarí í botninum á bilinum. Talan er um eitt heilt nýtt 54,3 kW batterí við høgum haldføri og kapasiteti. Bilurin koyrir upp til 400 km upp á eina løðing og koyrir frá 0-100 eftir einans 7,5 sekundum. Sum standard hevur battariið 8 ára garanti, men um øll eftirlit verða hildin, gevur Lexus 10 ára garanti upp á battaríið. 

 

Lexus er luksusbilmerki hjá Toyota, ið kom á marknaðin við tí endamáli at verða millum heimsins bestu bilar, hvat ljóði, teknikki, kvaliteti, komforti og trygd viðvíkur. Lexus hava fingið nógvar heiðurslønir fyri hesar eginleikar. Fyri at tryggja besta kvalitet verður hesin fyrsti elbilurin hjá Lexus framleiddur á heiðurskrýndu Kyushu verðsmiðuni í Japan. 

 

Bilurin kann síggjast og roynast hjá Reyni Service. Prísur úr kr. 458.850,- eftir mvg afturbering. 

 

##med3##