Leygardags- ella tórsdagsjohan?

Johan Dahl sigur meg loypa framav, og at hava mistikið meg í sambandi við villleiðandi umrøðu hansara av einum brævi frá danska verjumálaráðharranum, Svend Aage Jensby.

Soleiðis er sjálvandi ikki. Á internetinum hoyra vit framvegis útvarpið, og tey, ið leggja í, kunna har lurta uppaftur eftir Johan Dahl.
Leygardagin 30. nov. kl. 18.30 hoyra vit Johan Dahl í útvarpinum siga:
"Og har var Anfinn eisini á fundi, løgmaður, og bleiv spurdur um hetta skrivið, sum var komið frá Jensby."
Tórsdagin 4. des. lesa vit Johan Dahl í Dimmalætting:
"Tað skriv, sum eg vísti til í samrøðu míni við útvarpið og segði, var ókent fyri meg inntil fundin í løgtingshúsinum , - var tað skriv, sum Hergeir Nielsen seinni hevur sent til løgmann, ?"
Í báðum førum er tað Johan Dahl, sum tosar og skrivar, og ongum nýtist at leggja seg út í hetta orðaskifti hansara.
Tað er ringt at vita, hvørjum Johan Dahl trýr, og verri at vita, hvørjum vit onnur skulu trúgva?
Leygardags- ella tórsdagsjohan.