Hugnaløta
Leygardagin 7. juli skipa handlar og feløg fyri serligum hugnatiltaki í Vágbotni. Millum onnur verður Reyði Krossur Føroya við í tiltakinum.
Reyði Krossur Føroya sigur í tíðindaskrivi, at á hugnatiltakinum verður millum annað harmonikuspæl, tombola og loppumarknaður við bókum.
Reyði Krossur Føroya fer at skipa fyri loppumarknaðinum, og eru fólk, sum hava gamlar bøkur liggjandi, sum tey vilja sleppa av við, eru tey vælkomin at lata Reyða Krossi tær. Tær verða so seldar á loppumarknaðinum i Vágsbotni leygardagin.
Til ber hjá fólki at støkka inn á gólvið í hølunum hjá Reyða Krossi í Vágsbotni hóskvøldið frá klokkan 20.00, tá opið er.
Annars er Reyði Krossur Føroya við í fleiri tiltøkum í summar. Serliga eru tað samarittarnir og fyrstuhjálpararnir, sum eru virknir, tá ymisk tiltøk eru.
Í skrivandi stund eru tveir samarittar frá Reyða Krossi Føroya saman við øðrum samarittum úr Danmark við á Roskilde Festivalinum, har teir ganga vakt og veita eina hjálpandi hond, um okkurt er áfatt.
Eisini á ólavsøku fara samarittarnir hjá Reyða Krossi at ganga vakt. Tað verður, meðan felagssangurin verður á Vaglinum ólavsøkukvøld, at samarittarnir fara at verða hjástaddir. Tað verða teir eftir áheitan frá Tórshavnar Kommunu.
Í kvøld verður fundur, har tosað fer at verða um millum annað hesa vaktarskipanina, sigur Reyði Krossur Føroya í tíðindaskrivi.