Leyp á biskup við knívi undir beinleiðis sending

Sky News veit at siga, at fleiri eru løstað í álopinum - og ikki bara biskupurin, sum varð álopin við knívi.

 

Myndin er klipt úr einum video-broti, sum koyrir runt á sosialu miðlunum.

Fleiri tíðindamiðlar vita í dag at siga um eina hending í einari kirkju í Sydney í Avstralia, har ein biskupur er álopin við knívi.

 

Millum miðlarnar, sum skriva um hendingina, er eitt nú ávísin, The Daily Telegraph.

 

Sky News veit eisini at siga, at fleiri eru løstað í álopinum - og ikki bara biskupurin.

 

Á video-broti sæst ein maður leypa á biskupin, sum stendur og talar.

 

Sambært útlendskum miðlum er video-upptøkan eftir øllum at døma verulig og er helst eitt kut úr einari beinleiðis sending.

 

Tað er ógreitt, hvussu mong eru særd í álopinum, og video-brotið vísir, at stórt løgreglulið er uttan fyri kirkjuna, har hendingin fór fram.

 

Løgreglan í Syndey sigur, at tey fara at koma við einari kunning um hendingina skjótt, vita útlendsku tíðindamiðlarnir at siga.

 

Álopið á biskupin kemur bert tveir dagar eftir eitt annað harðrent og deyðiigt kníválop í Sydney, har sjey fólk lótu lív, og fleiri vórðu løstað.

 

Ein maður leyp á fleiri fólk í einari keypsmiðstøð, áðrenn hann varð skotin og dripin av løgregluni.

 

##med2##

 

 

 

Myndin er klipt úr einum video-broti, sum koyrir runt á sosialu miðlunum.

Stórt løgreglulið við kirkjuna, har hendingin fór fram.