Leyp av balkong í mótmæli

Rumenin, Adrian Sobaru, skapti panikk í rumenska tinginum, tá hann leyp av sjey metur høgu balkingini og niður í salin. Hann slapp tó við lívinum. Tað var í hvussu er eitt mótmæli, sum skapti inntrykk, tá Adrian Sobaru leyp av sjey metur høgu balkongini niður í tingsalin í rumenska tinginum í dag.

Rumenia er rakt av einari harðari búskaparligari kreppu, ið sambært fjølmiðlunum bert er verri í Grikkalandi. Landið hevur fingið milliardhjálp frá ES og IMF, tó við krøvum um at gjøgnumføra ein búskaparligan sparikur.

Tað hevur stjórnin við Emil Boc á odda gjørt við millum annað at skerja lønina hjá teimum alment settu við einum fjórðingi og hækka mvg?ið á vørunum, sum tær 22 milliónirnar rumenar keypa í handlunum.

Í dag royndi andstøðan so at seta fram misálit á stjórnarleiðaran fyri aðru ferð í eina viku, og tað var undir hesum kjakinum, at Adrian Sobaru tveitti seg út av balkongini.

Undir jakkanum hevði hann eina hvíta T-shirt við áskriftini »Tú negldi okkum. Tú drap framtíðina hjá okkara børnum. Frælsi«.

Adria Sobaru fekk nakað av skaða, millum annað í andlitið, og tá portørarnir fóru berandi avstað við honum, rópti hann »frælsi«.

Leiðarin av universitets sjúkrahúsinum í Bukarest sigur, at umframt at fáa viðgerð fyri skaðarnar, fær hann eisini bodna sálarliga hjálp.

Hendingin gjørdi, at tingfundurin varð niðurlagdur, skrivar politiken.dk