Leypa á bláman

Føroyskir fimleikarar hava gjørt film um teirra serstaka frítíðarítriv

Nakrir ungir fimleikarar úr Havn hava gjørt ein sermerktan film um tað, sum á enskum verður rópt cliff jumping.

 

Í summar vóru ungu menninir runt fleiri staðni í Føroyum, har teir gjørdu ymisk lop av bergum.

 

Eitt nú vóru teir ein slíkan túr í Leynum, og nú hava teir gjørt ein film við teimum serligu lopunum, sum teir síðani hava lagt út á Youtube.

 

Sjálvir siga teir tríggir fimleikararnir, at filmurin fyrst og fremst er gjørdur fyri at lýsa hetta serstaka frítíðarítrivið, sum tykist vinda alsamt meira upp á seg millum ung í Føroyum. 

 

- Men filmurin rúmar eisini stuttleika, ønnarleiðis lop og annars bara vakrar upptøkur av náttúruni í Føroyum, greiða teir tríggir fimleikararnir frá.

 

Síggj filmin her