Tað var meira av tilvild, at tað júst vóru 18 kvinnur, sum svumu í Sandágerði hin 11.12.13 - klokkan 14.15, men klokkutíðin, sum myndin er tikin, er ikki tilvildarlig.
Henda dagin við hesi serstøku dagfesting, sum so aftur passaði so serstaka væl við klokkutíman - 14.15 - vórðu nógvar ymiskar myndir tiknar kring um heimin, eins og nógv ymiskt hevur verið fyriskipað, sum kann knýtast til júst hesa løtu á nevnda degi.
Eisini her heima hjá okkum sóu vit nógvar ymiskar myndir á netinum og myndina, sum vit prenta saman við hesum greinastubba, fingu vit sendandi frá Lisbeth Gotved Petersen.
Svimja í Sandágerði
Søgan aftan fyri myndina er, at í nøkur ár hava nakrar kvinnur í høvuðsstaðnum, sum dáma at svimja á sjónum, havt ein facebook-profil, har avtalað verður sínámillum, nær farið verður at svimja í Sandágerði.
Um sumrarnar, tá náttin er stutt, og dagurin er langur, hevur verið svomið regluliga, og ofta eru tær møttar í Sandágerðin um 06.30-tíðina og soleiðis eisini, áðrenn farið verður til arbeiðis.
Tað eru ikki altíð 18 kvinnur, sum hava svomið saman, men dagurin 11.12.13 - og klokkutímin 14.15 - var eitt serstakt høvi, og tí møttu so nógvar til hesa forkunnugu myndatøku.
Ymiskar í aldri
Vanliga plaga einar 7-10 kvinnur at svimja saman i Sandágerði, og svomið verður eisini av og á í vetrarhálvuni.
Kvinnurnar, sum soleiðis svimja saman, eru í øllum aldri - heilt úr umleið 30 árum og upp í stívliga seksti ár.
- Tað er bara ikki so lætt at finna løturnar um veturin, tá náttin er lang, og dagurin er stuttur, sigur ein av kvinnunum, sum plagar at vera við.