Stundin er kanska komin til at broyta valskipanina. Men at gera Føroyar til eitt valdømi, er at leypa ov langt.
Tað var eitt sjónarmið á Trapputinginum mánakvøldið.
Ført varð fram, at tað var kanska meiri hóskandi at gera Føroyar til eini trý, ella fýra valdømi.
- Tað hevði gjørt, at veljarin fekk eitt størri útboð at velja ímillum og fleiri flokkar høvdu fingið umboð í teimum ymsu valdømunum.
Eitt sjónarmið er eisini, at vit eiga at fara aftur til gomlu skipanina, har stillað varð upp í nummarrøð, har flokkarnir gera av, hvørji valevni, teir vilja hava á ting.
- Tað fer at gera tað áhugaverdari at vera virkin í politiskum arbeiði. Men so kundi flokkarnir eisini fingið betri javnvág ímillum kynini við at stilla eina kvinnu upp sum nummar eitt, ein mann sum nummar tvey, ella øvugt.