Áleypari við Superliga royndum til B36

B36 hevur skrivað sáttmála við 28 ára gamlan áleypara, sum hevur drúgvar royndir úr donskum fótbólti, skrivar heimasíðan hjá B36 í dag. Talan er um Adeshina Abayomi Lawal.

 

Lawal er ein sera kvikur álopsspælari, sum kann spæla á øllum framrættaðu plássunum. Hann kom til Danmarkar í 2004, tá hann slapp inn á fótbóltsakademi'ið hjá FC Midtjylland. Í 2004 skifti hann til Vejle, og tað er her, at hann hevur spælt flestu dystirnar. Eisini hevur hann spælt við Lyngby, Hobro og svenska Kristianstad, og íalt hevur hann spælt á leið hálvtannað hundrað dystir í bestu og næstbestu donsku røðini, skrivar b36.fo.

 

Adeshina Abayomi Lawal er úr Nigera.