Leypur niður úr Sandslíð

Í morgun, tá fólk koyrdu í Sandslíð, løgdu tey til merkis, at fleiri steinar vóru komnir oman á vegin.

Í morgun, tá fólk koyrdu í Sandslíð á Sandoynni, løgdu tey til merkis, at fleiri steinar vóru komnir oman á vegin. Her vóru eisini størri steinar, sum av álvara kundu havt gjørt skaða, um bilur, fólk ella fæ vórðu rakt.

 

Tað er ikki óvanligt, at steinar koma oman á Skarvanesarvegin og Dalsvegin, og tað er heldur ikki óvanligt, at steinar koma oman á vegin í Sandslíð. Men, tíbetur er langt ímillum, at hesir gera skaða.

 

Spurningurin er so, um hetta er nóg gott - ella, um lendið oman fyri vegirnar, har ferðslan gongur, ikki eigur at tryggjast betri við sterkum hegni ella á annan hátt.

 

Tað er ov seint at taka neyðug stig, tá vanlukkan er hend. Betri er at binda um heilan fingur. Tí eiga hesir vegir, har leyst grót hóttir, at verða betri tryggjaðir móti leysum gróti.