Um 9.30 tíðina í morgun fekk politiið eina fráboðan frá einum borgara í Havn, um at eitt ross rann leyst á Marknagilsvegnum.
- Ross, sum renna leys kunnu vera til stóran ampa fyri ferðsluna og eisini fyri fólk, sum eru til gongu, og tí er gott, at vit verða gjørdir varugir við trupulleikan, sigur vakthavandi á politistøðini.
Longu stutt eftir, at politiið hevði fingið fráboðanina, ringdi eigarin av rossinum, tí hann hevði lagt til merkis, at eitt av hasara rossum, sum øll standa innhegnað, var farið til rýmingar.
- Vit kundu so greiða eigaranum frá, at rossið var á Marknagilsvegnum, og eigarin fór alt fyri eitt eftir tí, sigur vakthavandi.
Annars verður sagt av politistøðini í Havn, at hóast fitt av fólki var í býnum í gjárkvøldið, var talan um eitt friðarligt fríggjakvøld.