Tað ljóðar, at ein herleiðari er vorðin myrdur, tí hann var við til at fyrireika kvett ímóti Robert Mugabe, forseta. Sambært teimum almennu tíðindunum doyði herovastin, tá bilur hansara kom fyri eitt tok uttan fyri høvuðsstaðin Harrare. Men keldur vilja vera við, at herovastin lá deyður í bilinum, tá tokið rendi á bilin, og at tað vóru trygdarmenn hjá Mugabe, sum beindu fyri honum.
Herovastin, sum æt Gunda, hevur fyrr verið ovasti fyri lívverjuni hjá forsetanum.
Keldur í Zimbabwe tengja morðið at einum rættarmáli í síðstu viku, har fleiri menn vórðu drignir fyri rættin, tí teir vóru undir illgruna fyri at hava havt ætlanir um kvett ímóti Robert Mugabe.
Alment er einki komið fram um rættarmálið, men sambært keldunum eru tveir leiðandi limir í flokkinum hjá forsetanum millum teir ákærdu.