Myndugleikarnir í Tanzania og har norðuri í Mosambik kæra seg um, at tað gerst alt meiri vanligt, at leyvur leypa á fólk. Tað eru umleið 5.500 leyvur í teimum báðum londunum, og tey seinastu árini hava tær lopið á fleiri hundrað fólk. Tað ger, at fólk eru ræðslusligin, bara ein leyva er í nánd, skrivar Reuters.
Í nítiárunum var vanligt, at leyvur lupu á umleið 40 fólk um árið, men tey seinastu árini hava álopini verið umleið 100 um árið. Serfrøðingar siga, at leyvurnar eru vorðnar munandi djarvari, og at tær gera sær dælt av, at nógvir bøndur eru úti um náttina fyri at ansa eftir húsdjórunum.
-Umleið 70 prosent av teimum, sum verða álopin, doyggja, sigur amerikanski granskarin Craig Packer, sum stendur á odda fyri einari verkætlan í einari villdjóralund har norðuri í Tanzania. Hann sigur, at tað hendir javnan, at leyvur bróta seg inn á fólk og draga tey út úr húsunum, áðrenn tær gera av við tey.