LGBT Føroyar skjýtur valstríðið í gongd

Skulu vit hava dagførda hjúnarbandslóg, sum javnsetur hinskynd og samkynd?

Hvussu er tað sum útlendingur at koma til Føroyar?

Leggja vit nóg nógv í djórini?

Ber til at liva sum listafólk í Føroyum?

Hetta og aðrir spurningar verða viðgjørdir á fyrsta almenna valfundinum mikukvøldið 12. oktober kl. 19.30 á Hvonn.

LGBT Føroyar, rørslan fyri føroysk samkynd, tvíkynd og transpersónar, ynskir at leggja lunnar undir eitt rúmligt samfelag, hvørs eyðkenni er fjølbroytni og virðing fyri ymiskleikunum hjá hvørjum einstøkum. Tí vilja vit á henda hátt varpað ljós á onnur evni og økir enn tey, sum vanliga fylla í einum valstríði.

Umboð fyri Kvinnuhúsið, Djóraverndarfelagið, Listafólkasamband Føroya og LGBT Føroyar fara at seta floksformonnunum spurningar.

Kom á ein øðrvísi og lívligan valfund, sum spennir heilt frá djóravælferð til umstøðurnar hjá útlendskum kvinnum, javnsetan millum hinskynd og samkynd í lóggávu og korini hjá landsins listafólkum.

Á fundinum verður eisini livandi tónleikur við Mike Viderø og Bjarna Lisberg.

Øll eru hjartaliga vælkomin, og vónar LGBT Føroyar, at nógv møta nú valstríðið av álvara byrjar.