Liðavrik

Ein av málskjúttunum og stríðsmonnunum hjá KÍ, Símun Joensen, var sum vera man ovur fegin eftir trygga sigurin á Skála.
- Hatta var heilt ótrúliga gott hjá okkum 3-0 í eini hálvfinalu gevur okkum í øllum førum eitt sera gott útgangsstøði, og efitr tapið í Havn var hetta akkurát tað, sum vit høvdu brúk fyri.
Var tapið í Havn á sín hátt eisini viðvirkandi til góða avrikið hesaferð?
- Tað var tað helst. Vit vildu fyri alt í verðini reisa okkum aftur, og sum so var hetta kanska meinlíkt støðuni, sum HB var í seinasta sunnudag. Tá gekk tað út yvir okkum, meðan tað hesa ferð var Skála, sum fekk sekkin.
Símin helt annars, at teir fyri steðgin høvdu verið dekan ov bangnir, eftir at teir høvdu skotið tvey mál.
- Vit detta helst ov langt aftur, og tí verður trýstið øgiligt eina góða løtu. Eftir steðgin fáa vit tó rættað upp á hetta. Og tá vit so skora til 3-0, er at kalla leyst og liðugt.
Somikið leyst og liðugt, at finaluplássið nú er tryggjað?
- Tað fært tú meg ikki at siga. Vit hava jú akkurát tapt við fleiri enn trimum málum, so vit skkulu framvegis arbeiða hart. Tað gjørdi alt liðið í dag, og tað er eisini tann hugburðurin, sum vit skulu hava við okkum, tá vit spæla seinnu hálvfinaluna, staðfesti Símun.