Í sendingini "Sostatt" førdi Óli Breckmann nøkur sjónarmið fram í kjakinum um eitt møguligt kríggj millum USA og Irak, sum avgjørt mugu rættast og fáast upp á pláss, soleiðis at lurtarin fær røttu myndina og samanhangin av søguligu gongdini.
Hann segði m.a., at hann kendi nógv av fólkunum aftur, sum luttóku í friðargonguni seinasta leygardag. Hetta vóru jú tey somu, sum í 70 og 80´árunum gingu friðargongu til frama fyri Sovjettsamveldinum og kommunismuni, sum hann málbar seg. Men hetta er beinleiðis lygn. Ein friðarrørsla, tá sum nú, hevur einans ein boðskap, og tað er ynskið um frið. Ein friðarrørsla hevur eittans eitt mótmæli, og tað er mótmælið ímóti kríggi. Ein friðarrørsla kann tískil ikki vera fyri einum landi, sum leypur á eitt annað land, ella fyri einari hugsjón, sum kúgar sítt egna fólk. Ger rørslan tað, so er hon snøgt sagt ikki longur ein friðarrøsla.
Javnaðarflokkurin saman við SU vóru millum stigtakararnar til friðarfundin. Og júst sosialdemokratisku flokkarnir runt um í heiminum, og fyrst og fremst her í Norðurlondum, tóku fyri umleið 100 árum síðan greiða frástøðu frá spírandi kommunismuni, og hava gjørt tað alla tíðina síðani. Og hesir somu sosial-demokratar hava verið besta trygdin fyri, at kommunisman ongantíð vann sær fram ikki bert her í Norðurlondum, men eisini aðarstaðir. Sosialdemokratiska hugsjónin byggir alt sítt virksemi á friðarligar loysnir. Ikki bumbur og kanónir, men talaði orðið og samráðingarborð. Tískil hava somu sosialdemokratisku flokkarnir eisini tikið frástøðu frá amerikonsku hersetingini av bæði Korea og Vietnam, tó uttan harvið at vera í parti við kommunistum. Sakin var, tá eins og nú, at virka fyri friði, og at allar ósemjur skulu loysast uttan bumbur.
Kundi eisini hugsað mær at spurt Óla Breckmann, hvørji glæsilig úrslit liggja í slóðini eftir eitt nú Vietnam-krígnum, sum USA forrestin tapti.
Síðan segði Óli Breckmann, at tað var sama friðarrørsla, sum gjørdi, at bølmennið Adolf Hitler ikki varð steðgaður. Hetta er beinleiðis søgulig villleiðing. "Peace in our time", hesi orðini, sum søgumaðurin Óli Breckmann nú legði samlaðu friðarrørsluni í munnin, vórðu søgd av bretska konservativa viðhaldsmanninum hjá Óla Breckmann nevniliga Chamberlain, forsætismálaráðharra.
Og hetta var langt úti. Tí vit vita, at Hitler fyrst og fremst sá sosialdemokratar sum sínar argastu fíggindar. Sosialdemokratar, kommunistar, intellektuell og jødar. Og hann fór ikki fram við mýkindum, men so harðliga, at nógvir sosialdemokratar vórðu týndir, um tað ikki eydnaðist teimum at flýggja. Men Óli Breckmann kundi hugsandi svarað uppá, hvussu eitt nú partar av ávísum politiskum flokki í Føroyum í 30´árunum tóku ímóti boðskapinum frá sama Adolf Hitler?
Síðan vildi hann hava okkum øll, sum stóðu á Vaglinum henda leygardagin, at vera í parti við einum øðrum bølmenni, nevniliga Saddam Hussein. Men tað er eingin okkara, sum ynskir Hussein sitandi við valdið, tvørturímóti. Eins lítið, sum vit vóru í parti við Adolf Hitler, hvør av okkum, sum livdu tá, eins lítið eru vit í parti við Hussein.
Men ringasta bakbitið frá Óla Breckmann í hesu somu sending fekk henda friðargongan, tá hann vildi vera við, at vit vóru ímóti kristindóminum. Barnsliga niðurstøða hansara var, at tá vit ikki ynskti kríggj við Saddam Hussein, so var tí, at vit fyri islam og ímóti kristindóminum. Og júst her fór Óli Breckmann nógv stig út um mark. Hetta var reindyrkað populisma og óndsinnað lygn, tá henda vísir seg í sínum ræðiligasta hami. Tað kann væl vera, at Óli Breckmann heldur seg vera frægari kristnan enn flest okkara, men harfrá at siga, at vit eru ímóti kristindóminum, tað er bara ov langt úti av einum leiðandi politikkara at siga - sjálvt um hann eitur Óli Breckmann