Rumenskur fótbóltur er skelkaður, eftir at ein spælari hjá Dinamo Bukarest er deyður. Tað hendi í dysti í kvøld. Patrick Ekeng small um mitt á vøllinum, tá Dinamo Bukarest í kvøld uttan Kaj Leo í Bartalsstovu spældi 3-3 móti FC Viitorul. Sport.ro skrivar nú, at 26 gamli miðvallarin úr Kamerun er deyður.
Vit ávara um sterkar myndir í sjónbandabrotonum
Heimasíðan skrivar, at sjúkrabilurin kom eftir lívleysa spælaranum, men eftir at hava roynt at fáa lív í hann aftur í longri tíð, so hava læknarnir uppgivið at fáa lív í Patrick Ekeng aftur.
In.fo hevur verið í samband við Kaj Leo í Bartalsstovu, sum er komin heim í íbúðina í øllum góðum. Hann er skelkaður av hendingini.
Patrick Claude Ekeng Ekeng bleiv 26 ára gamal. Hann spældi í Fraklandi og Spania, áðrenn hann í ár kom til Dinamo Bukarest saman við Kaj Leo í Bartalsstovu. Patrick Claude Ekeng Ekeng náddi at spæla tveir landsdystir fyri Kamerun, og fleiri ungdómslandsdystir.