Óli hevur spælt allar dystirnar á tamb

Liðformaðurin og metmaðurin á landsliðnum hevur havt tríggjar makkarar í miðverjuni í teimum seks undankappingardystunum, sum Føroyar og Skotland hava spælt. Hann roknar við einum heilt øðrum innsatsi leygardagin enn í dystinum ímóti Georgia

Seinnapartin í morgin fer Óli Johannesen fyri 79. ferð at umboða Føroyar í fótbóltslandsdysti. Talan er um framúr met, sum tað í løtuni ikki eru ábendingar um, at nakar fer at taka frá TB spælaranum. Óli, sum er føddur 6. mai í 1972 og harvið er 34 ára gamal, er framvegis fastur á liðnum. Tað ber við sær, at teir, sum renna aftan á liðformanninum, ikki nærkast honum.
                      Tað valdast sjálvandi um skaðar og leikbann. Um Óli verður við hvørja ferð í hesi EM undankappingini, so fer hann í hvussu so er at røkka 89 landsdystum. Tá er ikki roknað við møguligum vinardystum. Sannlíkið eigur at vera stórt fyri, at í hvussu so er ein vinardystur verður á skránni næsta ár. Harvið er møguleiki fyri, at Óli Johannesen kann røkka 90 landsdystum, tá ið henda undankappingin verður liðug.
 
Makkarnir
Føroyar hava seks ferðir spælt móti Skotlandi, og Óli Johannesen hevur verið í miðverjuni allar seks dystirnar á tamb. Í 5-1 tapinum á Hampden Park 12. oktober í 1994 og í heimadystinum á Svangaskarði (0-2) 7. juni í 1995 hevði hann Tummas Eli Hansen undir liðini á sær í miðverjuni. Fyrri dysturin var tann 10. hjá Óla, og tann seinni var tann 15. hjá honum á landsliðnum
                      Í 1-2 tapinum í Aberdeen 14. oktober í 1998 og í 1-1 dystinum á Svangaskarði 5. juni í 1999 var Hans Fróði Hansen hin miðverjin. Hetta vóru ávikavíst landsdystir nummar 36 og 38 hjá liðformanninum.
                      Í 2-2 brakinum á Svangaskarði 26. september 2002 og 3-1 tapinum á Hampden Park 6. september 2003 var Jón Rói Jacobsen annar av miðverjunum. Hetta vóru dystir nummar 57 og 63 hjá Óla Johannesen
                      Tað er sannlíkt, at Atli Danielsen verður annar av miðverjunum hesa ferð. Atli verður sostatt fjórði makkarin hjá Óla móti Skotlandi.
 
Avbjóðararnir
Einki bendir á, at dystarmetið hjá Óla fer at verða tikið tey næstu árini. Munurin aftur til teir, sum møguliga kundu tikið metið, er støðugt tann sami, tí Óli er við hvørja ferð.
Av teimum, sum nú eru á liðnum, er Julian Johnsson tann, sum hevur spælt næstflestar landsdystir. Síðani hann í fjør var illa skaddur, hevur tað ligið í luftini, at dystartalið hjá Juliani var endað á 61, men nú tykist tað sum um, at Julian fer at fáa onkrar dystir afturat. Julian er 31 ára gamal, og hóast hann er væl fyri, so er tað neyvan sannlíkt, at hann fer at hótta metið hjá Óla Johannesen. At gjørt tað hevði tikið Juliani fleiri ár, eftir at Óli var givin á landsliðnum.
                      Jákup Mikkelsen hevur vart føroyska málið í 43 dystum. 14. august fylti Jákup 36 ár. Tað er einki at tosa um fyri ein málverja, og um alt gongur, sum tað verður vónað, so fer dystartalið hjá Jákupi at fara upp um fimmti. Um Jákup skal taka metið hjá Óla, so verður tað undir ongum umstøðum fyrrenn um 4-5 ár, og tað tykist ikki sannlíkt.
                      Hinir royndu menninir eru Jákup á Borg (44 dystir) og Fróði Benjaminsen og Rógvi Jacobsen, sum hava spælt 37 ferðir í part á landsliðnum. Fróði er føddur í 1977, og Rógvi og Jákup eru føddir í 1979. Jákup fer í morgin at leggja seg upp á síðuna av Toda Jónsson, sum hevur spælt 45 ferðir á landsliðnum. Bara seks spælarar hava spælt fleiri landsdystir enn so. Teir eru Óli Johannesen (78), Jens Martin Knudsen (65), Julian Johnsson (61), John Petersen (57), Allan Mørkøre (54) og Øssur Hansen (51).
                      Jákup á Borg verður 27 ár 26. oktober. Um hann skal røkka 90 landsdystum, og tað í miðal verða spældir seks dystir um árið, so fer Jákup at røkka 90 talið um átta ár, ella tá ið hann verður 35, og tá skal hann vera á liðnum hvørja einastu ferð. Tað skal stór optimisma at rokna við, at Jákup ella nakar annar tey næstu árini fer at taka framúr metið frá Óla Johannesen. Hetta verður bara veruleiki, um Føroyar kvalifisera seg at taka lut í fleiri endaspølum!
 
Irriterandi Georgia-dystur
Seinasti dysturin, sum Óli spældi við í, var ikki tann besti hjá honum ella liðnum. 6-0 tapið ímóti Georgia á heimavølli sveið, og nú skal liðið royna at fóta sær aftur.
- Onkuntíð riggar tað bara ikki, og tá ið tað eru ov nógvir spælarar, sum ikki spæla upp til sítt besta, so gongur tað, sum tað gekk ímóti Georgia. Tað er trupult at broyta gongdina í einum slíkum dysti, tí tú veitst ikki rættiliga, hvar tú skalt taka fatt. Hatta var bara ein av døgunum, tá ið lítið og einki riggaði hjá okkum, sigur Óli Johannesen,
- Tað hevur verið irriterandi at gingið og hugsað um dystin ímóti Georgia, men tað hjálpir einki. Vit mugu bara læra av tí dystinum og royna at gera tað betur. Tað góða er, at allir spælararnir vita, at teir kunnu gera tað betur.
- Nú hava vit aftur ein dyst ímóti Skotlandi, har tað hevur gingið væl fyrr. Nú eru vit á útivølli, og fólk vænta ikki tað stóra. Tí eiga vit at kunna reisa okkum í hesum dystinum. Eg havi verið í hesi støðuni fyrr, og tá hava vit altíð klára at reist okkum skjótt eftir eitt stórt tap, sigur føroyski liðformaðurin.