Liðið og Gudmund

Símun Rógvi Hansen, sum helt B71-búrið reint móti KÍ, var sjálvandi væl nøgdur um tað, sum hann og liðfelagarnir høvdu víst. Men hann vildi ikki reiðiliga staðfesta, at talan hevði verið um besta avrikið á árinum.

- Eg haldi, at talan hevur verið um framgongd seinastu vikurnar, og í dag megna vit so eisini at skora.

- Eg haldi ikki, at KÍ hevði nakran veruligan møguleika í dystinum. Bæði verjan og restin av liðnum stríddust og arbeiddu framúr væl, so talan var um eitt fínt avrik frá okkara liði.

Og tó at talan var um liðavrik, so kundi Símun Rógvi illa svarað annað enn játtandi, tá hann varð spurdur um leiklutin hjá Gudmundi Nielsen.

- Hann er fantastiskur. Hann er gjøgnumbrotssterkur, sterkur í høvdinum og sum heild ein sera komplettur spælari, haldi eg.