Liðið verður broytt

Annar av U21-venjarunum, Heðin Askham, staðfesti eftir 0-4 tapi fyri Rumenia, at Føroyar høvdu møtt einum ótrúliga góðum liði, ið væl og virðiliga hevði munin. Men broytingar verður í føroysku liðuppstillingini til Russlands-dystin í annaðkvøld

FÓTBÓLTUR

 

Har vóru ongar umberingar ella burturforkláringar, tá annar av føroysku U21-venjarunum, Heðin Askham, eftir dystin leygarkvøldið skuldi taka saman um dystin ímóti Rumenia.

– Eg haldid, at vit møttu einum ótrúliga góðum liði, og vit vóru næstan sundurspældir allan dystin á tamb. Okkara kjansur er altíð at organisera okkum burtur úr teimum trupulleikum, vit fáa í slíkum dystum, men hesa ferð var tað trupult, og teir vunnu fult uppiborið 1-0, segði hann.

Samstundis hevði hann hug til at hyggja frameftir og beinanvegin gera klárt til dystin ímóti Russlandi, sum er á skránni longu í annaðkvøld.

– Nú skulu vit koma víðari til næsta dyst, sum er ímóti einum líka truplum liði. vit skulu hava menninar klárar aftur og so vita, um vit kunnu fáa eitt ordiligt úrslit. Vit eru veikir mann til mann, so standa vit ikki kompakt, verða vit fullkomuliga niðurspældir, segði Heðin Askham.

 

Gera broytingar

– Tað er munurin á okkum og teimum, og vit mugu bara royna at gera tað so gott, sum tað ber til. Vit mugu trúgva uppá tað hvønn einasta dyst. Viðhvørt riggar tað og viðhvørt ikki, og í dag riggaði tað ikki.

Spurdur, um nakar av føroysku spælarunum skaraði framúr, staðfesti Heðin Askham, at fleiri av spælarunum gjørdu tað gott og arbeiddu hart. Men uttan annars at nevna nøvn, tók hann miðverjuna burturúr og segði, at hon gjørdi tað væl – hóast alt.

Og tá hann var spurdur, um hann og hin venjarin, Bill McLeod Jacobsen, fara at gera nøkur øðrvísi val í liðuppstillingini til Russlandsdystin í annaðkvøld, var heldur eingin ivi: – Ja, avgjørt!