Seinastu vikurnar hava vit fingið staðfest hvussu sterk U17-landslið Frakland, Ungarn og Skotland hava. Í dag er tað staðfest, at tað eru lond, sum hava enn sterkari U17-landslið.
Fjórðingsfinalan gjørdist endastøðin hjá U17-landsliðunum hjá Fraklandi og Ungarn, sum bæði vunnu stórt á Føroyum. Frakland vann 7-0 á Føroyum, og Ungarn vann 4-0 á Føroyum.
Í EM-endaspælinum í Kroatia tapti Ungarn fyrr í dag 0-1 ímóti Turkalandi. Einasta málið í dystinum var eitt sjálvmál, sum ungarar gjørdu tá 20 minuttir vóru farnir av dystinum.
Frakland tapti 1-3 ímóti Spania í sínari fjórðingsfinalu. Amin Gouri legði annars Frakland á odda 1-0 tá bert níggju minuttir vóru spældir av fyrra hálvleiki. Men stutt aftaná javnaði Spania, og fimm minuttir undan steðginum kom Spania á odda 2-1. Tá 11 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki skoraði Spania til 3-1, sum gjørdist endaliga støðan.
Í morgin verða hinar báðar fjórðingsfinalurnar. Tær verða Týskland-Niðurlond og Ongland-Írland. Spania møtir vinnaranum av dystinum Týskland-Niðurlond í hálvfinaluni. Turkaland møtir vinnaranum av dystinum Ongland-Írland í hinari hálvfinaluni.
Dugnaligi áleyparin hjá Fraklandi, Amine Gouri er enn toppskjútti í EM-endaspælinum við átta málum. Jann Fiete Arp hjá Týsklandi hevur skotið seks mál, men hevur møguleikan ímóti Niðurlondum í morgin at koma longur upp eftir listanum.