Óla hitti eg fyrstu ferð fyri 30 árum síðan. Tá var hann nývaldur sum formaður í Føroya Fiskimannafelag. Síðani tá hevur verið vinskapur og gott samstarv okkara millum. Ígjøgnum tíðina hevur Óli verið fiskimannafelagnum ein góður formaður, serliga á altjóða støði, har vit hava arbeitt nógv saman. Óli hevur brúkt nógva orku til at umboða sínar landsmenn og sítt land sum formaður í fiskimannadeildini í ITF.
Umframt alt hetta hevur verið ein einastandandi góður vinskapur millum okkara familjur. Eg, Nicolina og børnini senda honum, Kirstin, og børnunum kærar heilsanir á føðingardegnum.
Góði Óli, hjartaliga tillukku við 60 ára føðingardegnum og alt tað besta framyvir ynskja vit á Sjómannasambandi Islands
Lifðu heill
Óskar Vigfusson