Óli Johannesen roynir seg í AGF

Fótbóltur: Landsliðsmaðurin fer neyvan at spæla nógv við TB eftir summarfrítíðina

Sunnudagin fór einasti TB maðurin á landsliðnum og einasti landsliðsmaðurin í 2. deild av landinum. Aftasti skansin á landsliðnum gav til kennar yvirfyri Ítróttarsosialinum, tá landsliðið spældi heimadystirnar móti Skotlandi og Bosnia-Hersegovina, at nú hann var liðugur við læraraútbúgvingina hevði hann hug at royna, um tað fór at bera til at spæla uttanlands.

Vit skilja á lagnum, at ætlanin hjá TB manninum er at útbúgva seg víðari í Aarhus. Samband er fingið millum AGF og Óla Johannesen, og í hesi vikuni skal Óli venja við superliguliðnum hjá AGF. Teir í Aarhus kunnu, um teir hava hug, á upptøkum staðfesta, hvussu miðverjin á landsliðnum hevur staðið seg, tá hann og liðfelagarnir hava spælt undir stórum trýsti, men nú hava teir so møguleikan við egnum eygum at síggja, hvørjar dygdirnar hjá Óla Johannesen eru.

Um Óli flytir av landinum, so fer tað at hava við sær, at TB skal stríðast fyri teimum ovastu plássunum í 2. deild uttan tann spælaran, sum hevur verið tann drúgvasti hjá teimum í mong ár, sjálvandi burtursæð frá 1997, tá hann hjálpti B36 at vinna FM heitið.

Higartil hevur Óli Johannesen spælt 39 landsdystir, og tað er einki at ivast í, at dystartalið fer at fjølgast ? ikki minst um tað eydnast honum at stríða seg inn í superliguhópin hjá AGF. Stórfelagið í Aarhus skal í fyrsta umfarinum í nýggju superligu kappingini spæla á útivølli móti AB. Tað verður komandi sunnudag klokkan 15, og tað man vera heilt víst, at Óli Johannesen á ongan hátt fer at koma uppá tal til tann dystin.