Óli Johannesen ársins leikari í Hvidovre

Tvøroyrarmaðurin Óli Johannesen er valdur ársins leikari av lesarunum á heimasíðuni hjá Hvidovre. Hann fekk 243 av 726 atkvøðum og vann ógvuliga tepurt

Óli Johannesen, ið dagliga spælir í donsku 1. deild við Hvidovre, varð um vikuskiftið valdur til ársins leikara av viðhaldsfólki felagsins, sum heimskendi málverjin Peter Schmeichel eigur.
Atkvøðugreiðslan fór fram á heimasíðuni hjá Hvidovre, og Óli gjørdist tepur vinnari. Hann fekk 243 atkvøður, og maðurin á næsta plássi, sum var Kristoffer Wichmann, fekk 224 atkvøður. Stephan Andersen endaði á triðja plássi, og hann fekk 174 atkvøður. Eingin annar leikari fekk fleiri enn hundrað atkvøður.
Hetta má sigast at vera ein stórur heiður hjá føroyska leikaranum, sum verður heiðraður undan fyrsta landskappingardystinum í nýggja árinum.

Frank Skytte
Tað var nýggi venjarin hjá B68, Frank Skytte, ið fekk Óla Johannesen til felagið, har hann hevur spælt væl.
Frank Skytte hevur fyrr verið venjari hjá TB, tá Óli spældi á Tvøroyri, og tað er óivað haðani, at hann kennir dygdirnar hjá verjuleikaranum.
Óli Johannesen byrjaði at spæla í AGF, tá hann kom til Danmarkar, men spælir nú í næstbestu deildini við Hvidovre, sum í løtuni liggur á 11. plássi.