Óli Kurt Hansen deyður

Mánadagin 16. juni andaðist Óli Kurt Hansen í Havn á Landssjúkrahúsinum, 73 ára gamal. Óli Kurt var havnarmaður og kendur skemtari, undirhaldari og sjónleikari.

Sum 14 ára gamal fór hann í bakaralæru hjá Frants Restorff, har var hann í tilsamans 7 ár. Eftir tað arbeiddi hann í minkagarðunum í Hoydølum í eini 3-4 ár, til hann fór til Íslands at arbeiða á einum bóndagarði á Bessastøðum. Ásgeir Ásgeirsson var íslendskur forseti í Íslandi tá. Seinni fór Óli Kurt til Reykjavíkar, har hann arbeiddi sum bakari í 3 ár.


Tá hann kom aftur til Føroya, fekk hann 1. oktober 1968 starv í køkinum á Landssjúkrahúsinum, sum var spildurnýggjur tá, og arbeiddi hann har til langt yvir pensiónsaldur. Tann 1. oktober 2003 kundi hann halda sín 35 ára starvsdag.


Óli Kurt var kendur innan sjónleik og barnaútvarp. Hann spældi sjónleik, tá hann búði í Íslandi, og hann spældi eisini sjónleik í Sjónleikarhúsinum í Havn, í Glæmuni í Kvívík og í Norðurlandahúsinum.


Óli Kurt var í barnaútvarpinum saman við Hermanni Jacobsen og síðan saman við Elini Mouritsen. Elin & Óli vóru sera væl umtókt millum bæði børn og vaksin miðskeiðis í 70-unum. Elin og Óli bergtóku hvørt mansbarn í Føroyum í orðsins sanna týdningi. Ikki bara hvørt einasta barn, men vaksin við - menn og konur, ung og gomul. Í 2003 kom ein dupultfløga út við brotum úr teimum væl umtóktu barnaløtunum hjá teimum.