Óli má boyggja seg fyri meirilutanum

Sámal Poulsen, Næstformaður í Føroya Fiskimannafelag

Ja, Óli, so oysti tú aftur gor og gall úr tær í illsinni og hesuferð gekk tað so útyvir meg. Tú førir fram, at eg havi trokað meg framat næstformansstarvinum í Fiskimannafelagnum fyri pengarnar skyld.
Tað passar so bara slett ikki!
Eg fái 2000 krónur í samsýning um mánaðin fyri at vera næstformaður í Fiskimannafelagnum.
Hevði tú heldur tosað við meg, kundi tú fingið tað lagt afturat eftirlønini, ið tú fekk meg og aðrar at hjálpa tær við at fáa, áðrenn tú varð valdur úr felagnum. Tá ið eg var skotin upp at verða næstformaður, boðaði eg frá, at kundi tað fáa frið aftur í nevndina, skuldi eg taka av, tí tað vísti seg, at formaður og næstformaður kundu ikki samstarva. Tað er harmiligt, at tú skal øvunda mær hasa samsýningina, tí ikki hava tú og títt húski verið vanbýtt á lønarlistanum hjá Fiskimannafelagnum.
Tú tosar um loyalitet! Ein stór broyting, sum er hend í nevndini, er, at tá ið tú var formaður, varð ikki farið í bløðini, hóast mann kom í minniluta tá, men vit royndu at semjast um tað innanhýsis og so mátti meirilutin ráða.
Óli, tú legst aftur eftir Jan Højgaard fyri skeivleikar, hann hevur gjørt.
Men hann hevur tó verið so frægur, at hann hevur verið í bløðunum og viðgingið sínar skeivleikar.
Tað hevði tú aldrin gjørt.
Tú var t.d. á veg at gera sáttmála einsamallur, men tíbetur varð tú steðgaður í evstu løtu. Men ongin fór í bløðini við tí. Til tað einu semingina, gjørdi tú seming upp á nakkan av restini av nevndini. Men nevndin vildi ikki finna seg í tí og so tú noyddust aftur til semingsstovnin at fáa tað broytt. Men heldur ikki tá fór nakar í bløðini við tí.
So kann leggjast afturat til Arctic Viking málið, sum alt snýr seg um, at tú gevur Jan Højgaard skyldini fyri, at tað skal vera blivið lættari at fáa útlendingar umborð á føroysk skip fyri minni samsýning enn føroyingar fáa. Men tú segði í Eystara Landsrætti, at tað var bert tín tulking, ið skuldi takast í álvara, tí tú hevði einsamallur gjørt sáttmálan. So má tað eisini vera tín ábyrgd, vissi tað er lættari at fáa útlendingar umborð.
Fiskimenn hava valt Jan Højgaard til formann fyri aðru ferð. Tað mást tú so bara boyggja teg fyri og lata vera við at gera meiri órógv, enn tú longu hevur gjørt. Fiskimenn høvdu álít á tær í yvir 30 ár og vistu so, hvat ið tú stóð fyri, og hava vrakað tað.
Takk fyri hesuferð